35 ára gamli Sebastian Kurz var inntil í heyst ein av yngstu stjórnarleiðarunum í heiminum. Men í oktober noyddist hann at leggja frá sær sum samveldiskanslari og floksformaður í konservativa flokkinum ÖVP í Eysturríki orsakað av ákærum um mutur, og fyrst í desember boðaði hann frá, at hann fullkomiliga gavst í politikki.
Fyrrverandi kanslarin verður tó ikki arbeiðslesur, tí hann er nevniliga ávegis í nýtt starv í Silicon Valley. Sambært DR hevur hann fingið starv sum "global strategist" hjá amerikanska íløgugrunninum Thiel Capital.
Thiel Capital er ogn hjá milliardinginum Peter Thiel, sum m.a. var við til at stovna Paypal og var ein av fyrstu íleggjarunum hjá Facebook.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald