Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan 14

51 hvalir løgdu beinini í Leynum í nátt, og grindin verður býtt í drápspartar og heimapartar í Kvívíkar og Vestmanna kommunu, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-27 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint í gjárkvøldið var grind hildin til í Leynum. Grindin varð funnin í Vestmannasundi stutt áðrenn midnátt, og gekk tað skjótt at reka hana til Leynar.

Fyrst varð grindin mett at vera um 70-80 hvalir, men talan var um 51 hvalir og 474 skinn, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður í dag.

Grindin verður býtt í drápspartar og heimapartar í Kvívíkar og Vestmanna kommunu, og seðlarnir koma út klokkan 14, sigur hann við Portalin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder