2022-09-17 13:08

Um 10-tíðina í morgun legði ein lítil grind beinini í Syðrugøtu.
Talan var um millum 20 og 25 hvalir, og grindin verður býtt í drápspartar, sigur Jens Jensen, sýslumaður.
Seðlarnir koma út á keiini í Norðagøtu klokkan 15.
Drápið gekk skjótt og væl, og nógv fólk vóru á sandinum í morgun.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald