2019-08-27 20:37
Seðlarnir frá grindini, sum seinnapartin legði beinini í Vestmanna, koma út á keiini í Vestmanna klokkan 22. Tað upplýsir Karl Johanesen, sýslumaður í kvøld.
Talan var um 98 hvalir, og 795 skinn. Býtt verður í drápspartar, og tað verður eitt skinn í part.
Grindin var funnin í Skopunarfirði fyrrapartin, og ringt var at fáa rakstur á hana. Ætlanin var at reka grindina á Leynar, men tá avtornaði var avgerð tikin um at reka hana til Vestmannar. Drápið gekk væl.
Seinast ein grind legði beinini í Vestmanna var sambært heimabeiti.fo í 2013.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald