Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan átta leygarmorgunin

Drápspartarnir eru eitt skinn. Restin av teimum tilsamans 233 hvalunum verður býtt út til grannabýir og bygdir

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-28 20:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seðlarnir grindina sum legði beinini í Hvannasundi fyrr í dag koma út klokkan átta leygarmorgunin. Tað verður á bryggjuni í Hvannasundi.

Tilsamans 233 hvalir løgdu beinini, og 55 teirra verða býttir í drápspartar. Tað er umleið eitt skinn í part, upplýsir Jens Jensen, sýslumaður.

Restin er býtt út til grannakommunur. Sýslumaðurin sigur, at hvalir eru koyrdir til Toftir, Eiðis, Skála, Fuglafjørð, Hósvíkar og til Klaksvíkar eisini. Hvussu hetta verður býtt, standa kommunurnar fyri og fara at kunna um hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder