Innanlands

Seðlarnir koma út klokkan seks

44 hvalir sum verða skiftir í drápspartar løgdu beinini í Klaksvík

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2021-08-11 00:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grindin sum um hálvgun tíggju tíðina legði beinini í mjørkanum í Klaksvík taldi 44 hvalir.

Skift verður í drápspartar, og seðlarnir koma út við Kryvjivirkið í morgin árini klokkan 6.

Tað var um sjey tíðina at grindaboð vóru í Kalsoyarfirði, út fyri Mikladal.

0,7 skinn í part í Skálafirði
Hetta var onnur grindin, sum varð dripin í dag. Ein grind, sum varð funnin á Lambavík í morgun, varð rikin á Skálafjørðin og dripin har um tvey tíðina seinnapartin. Hon taldi 24 hvalir.

Grindin varð býtti 317 partar og tað vóru 0,7 skinn í part, upplýsir Jens Joensen, sýslumaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder