2022-05-25 08:10

Seint í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Vági. Hetta var næsta grindin, sum leggur beinini í Føroyum í ár, og talan var um 119 hval.
Tað segði Jaspur Vang, sýslumaður við Útvarpið í morgun.
Sambært sýslumanninum gekk drápið væl, og seðlarnir koma væntandi út á middegi. Einki verður sagt, um, hvussu grindin verður býtt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald