2024-07-27 22:15
Um middagsleitið í dag fekk MRCC fráboðan um, at ein seglbátur var neyðstaddur eystan fyri Suðuroynna.
Hann var á veg á Tvøroyri og hevði fingið maskinsteðg og seglskaða, og bað tí um sleip. Eisini var brúk fyri at fáa persón umborð fluttan við tyrlu á sjúkrahús.
Tyrlan hjá Atlantic Airways varð boðsend, og eisini luttóku Rescue Royndin og Stapin í bjargingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald