Innanlands

Seglskip vitja í Leirvík fríggjadagin

Í hesum sambandi verður skipað fyri hugna á havnaøkinum í Leirvík

Føroysku træseglskipini koma á Leirvík fríggjadagin 20. august klokkan 19

Føroysku træseglskipini koma á Leirvík fríggjadagin 20. august klokkan 19

2021-08-17 18:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í samband við at føroysku træseglskipini koma á Leirvík fríggjadagin 20. august klokkan 19, verður skipað fyri hugna á havnaøkinum í Leirvík.

Um kvøldið verður felagssangur í tjaldinum á havnalagnum, og eftir felagssangin spæla Kim og Jens Marni Hansen til dans, ið til ber at keypa atgongumerki til.

Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:

17.00: Sølubúðirnar lata upp. Lávusarhús selur ymiskt hondgjørt og okkurt verður til matna
19.00: Seglskipini koma á Leirvík
21:30 Felagssangur í tjaldinum
23:30 Dansur viđ Kim og Jens Marna


Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder