Fríggjadagurin 21. august er heldur serstakur í Leirvík.
Tá koma tey føroysku seglskipini til Leirvíkar, og hetta verður hátíðarhildið við mati, aktivitetum og undirhaldi á havnarlagnum.
Tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.
Millum annað fáa vitjandi bjóðað suppu og sneisabreyð og er talan um ókeypis tiltøk.
Skrá
Kl. 16:00-21:00 Báta- og Listasavnið hevur opið. Ókeypis atgongd
Kl. 17:00 Seglskipini koma
Kl. 17:00 Skótarnir skipa kanorógving og grilla sneisabreyð
Kl. 17:00 Grilla sneisabreyð
Kl. 18:00 Suppa á brandstøðini
Kl. 18:00-22:00 Lávusarhús hevur opið. Tey hava kafé og ymiskt til sølu
Kl. 21:00 Per Martin Gregersen heldur røðu, eftir hetta er felagssangur á brandstøðini
Kl. 23:00 dansur við LM band á brandstøðini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald