Uttanlands

Segway støðgar framleiðsluni

Gjørdist ongantíð tað vældámda flutningstólið, ið roknað varð við frá byrjan av

(Mynd: Reykjavík Segway Tours)

(Mynd: Reykjavík Segway Tours)

2020-06-24 15:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska fyritøkan Segway hevur gjørt av at støðga við framleiðsluni av flutningstólinum, sum ber sama navn sum fyritøkan.

Í 19 ár hevur fyritøkan framleitt hetta kenda flutningstólið, men hesi árini eru tey einans seld í 140.000 eintøkum, skrivar íslendska Morgunblaðið.

Sambært framleiðaranum er orsøkin til lágu søluna tann, at tólini hava óvanliga langa livitíð – yvir tíggju ár – og hava ikki verið rakt av tøkniligum trupulleikum.

Tá Segway kom fram fyri skjótt tjúgu árum síðani varð mett, at at hetta kundi gerast framtíðarinnar flutningstól, sum enntá kundi avloysa bilin í stóran mun.

Men hetta hendi aldrin, hóast ferðingarmynstrini eru broytt. Men heldur eru tað aðrar loysnir, sum hava yvirtikið henda leiklutin, eitt nú ravmagnsriknir skutarar.

Ein Segway hevur tvey hjól við eini plátu ímillum, har ein stendur á. Serlig javnvágstøkni ger, at persónurin ikki dettur av tólinum.

Í Føroyum hava vit ikki sæð nógv til hetta tólið, men tað er vanligt at síggja í býum kring okkum. Verður nógv brúkt í sambandi við ferðafólkatúrar í størri býum – eitt nú í Reykjavík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder