Innanlands

Seinasta freist at senda tilnevning til ársins leiðara inn

Í dag er seinasta freist at senda inn tilnevningar til hvørji skulu gerast Ársins leiðarar

2022-03-15 15:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinasta freist, at senda inn tilnevningar til hvørji skulu gerast Ársins leiðarar, er í dag.

Øll kunnu innstilla og harvið gera sína ávirkan galdandi. Ein leiðari skal veljast innan tað privata og ein innan tað almenna.

Synergi, sum skipar fyri Leiðaradegnum, har Ársins leiðari verður kosin, sigur, at tað eisini ber til at innstila onkran annan enn júst tún leiðara. Tað kundi eitt nú verið ein fyrrverandi leiðari hjá tær.

Í fjørð varð Farsóttarnevndin vald til Ársins almenna leiðara og Marita Rasmussen, táverandi stjóri í Vinnuhúsinum, varð vald Ársins privati leiðari.

Synergi hevur móttikið nógvar tilnevningar við góðum grundgevingum at handa dómsnevndini, men vilja fegin hava tær seinastu við eisini. 

Treytin fyri at vera tilnevndur er, at tað skal vera vera ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinnu/-mann.

Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvør er skikkaður, og hvørji verða kosin Ársins Leiðarar.

Ársins leiðari verður kosin á Leiðaradegnum, sum verður fríggjadagin 25. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder