Innanlands

Seinasta freist at søkja um jólahjálp er í morgin

Barnabati letur aftur í ár jólahjálp til familjur, ið hava tað trupult fíggjarliga

(Mynd: Barnabati)

(Mynd: Barnabati)

2019-12-06 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu árini hevur verið møguleiki at søkja um jólahjálp, um trupulleikar hava verið við at fáa endarnar at røkka saman hesa tíðina.

Barnabati boðar frá, at møguleiki er at søkja um jólahjálp fram til í morgin klokkan 14.00, og um m.a trupulleikar eru við at fylla umsóknarblaðið út, ið er á heimasíðuni,  ber till at ringja fra til klokkan 15, aftur frá klokkan 19 til 21 í kvøld og millum 10-14 í morgin. 

Seinasta freist at søkja um jólahjálp er í morgin kl 14:00
Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni hjá Barnabata www.barnabati.fo ella við at trýsta her.

Vanligt er, at nógvar umsøknir koma. Um tað koma fleiri umsøknir, ið lúka fortreytirnar fyri at fáa jólahjálp, enn peningur er til, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast.

Allir umsøkjarar fáa svar seinast 16. desember, skrivar Barnabati

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder