Innanlands

Seinasta freist at tilnevna Ársins leiðarar er í dag

Ein skal finnast innan tað privata og ein innan tað almenna

Ársins Leiðarar í fjør: Árni Ellefsen frá Bank Nordik og Hedvig Jóhansdóttir frá Dugna,

Ársins Leiðarar í fjør: Árni Ellefsen frá Bank Nordik og Hedvig Jóhansdóttir frá Dugna,

2020-01-16 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum undanfarin ár kunnu øll tilnevna Ársins Leiðarar. Synergi boðar frá, at aftur í ár eru nógvar tilnevningar komnar inn, og at seinasta freist at senda inn tilnenving er í dag.

Møguleiki er fyri at tilnevna fleiri persónar. Einasta treytin er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag, ella at talan er um nevndarforkvinnu/-mann.

Tað er síðani ein dómsnevnd, ið tekur endaliga støðu til, hvør skal verða kosin. Tvær heiðurslønir verða latnar: Ein fyri Ársins Leiðara innan tað almenna og ein innan tað privata.

Leiðaradagurin 2020 verður á Hotel Føroyum 31. januar. Seinasta ár gjørdust Árni Ellefsen frá Bank Nordik og Hedvig Jóhansdóttir frá Dugna,Ársins leiðarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder