Fyrverandi kongurin í Grikkalandi, Konstantin, varð í dag borin til gravar úr Metropolis dómkirkjuni í grikska høvuðsstaðnum, Athen.
Konstatin var kongur í Grukkalandi frá 1964 til 1967, tá herurin tók valdið í landinum við einum hernaðarkvetti. Síðan hevur kongurin og familja hansara fyri tað mestað livað í útlegd.
Grikska kongsfamiljan hevur tætt bond til Danmarkar, við tað at yngsta systir Margretu drotning, Anne-Marie, í 1964 giftist við Konstantin og gjørdist drotning av Grikkalandi, júst fylt 18 ár.
Margreta drotning var við til jarðarferðina í Athen í dag, saman við synum sínum Frederik og Joachim og systrini Benedikte.
Harumframt vóru kongaligir gestir úr Spania, Belgia, Niðurlondum, Luksemburg, Monako, Bretlandi, Noregi og Svøríki.
Talan var um eina privata jarðarferð, tí grikska stjórnin sýtti fyri at geva Konstantin eina statsliga jarðarferð.
Konstantin var formelt kongur av Grikkalandi frá 6. mars 1964, tá pápin, Pavlos kongur doyði, og fram til 1. juni 1973 tá hann mátti siga kravið til kongsheitið frá sær eftir at grikska kongshúsið varð avtikið við fólkaatkvøðu.
Konstantin og Anne-Marie fingu fimm børn, Alexia (fødd í 1965), Pavlos (1967), Nikolaos (1969), Theodora (1983) og Philippos (1986).
Her eru nakrar myndir frá jarðarferðini í Athen í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald