Innanlands

Seinasta sýningin verður í Reinsarínum í morgin

Einrøðuleikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta”, sum Jógvan Andrias Joensen úr Klaksvík eigur hugskotið til og framførir, er fyri síðstu ferð á skránni í morgin

Jógvan Andrias Joensen og Edvard Nyholm Debess (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Jógvan Andrias Joensen og Edvard Nyholm Debess (Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

2022-05-24 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einrøðuleikurin “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” hevur verið sýndur ymsastaðni kring landið seinastu tíðina, og í morgin er seinasta sýning á skránni. Hon verður í Reinsarínum í høvuðsstaðnum í morgin, mikudagin 25. mai.

- "Kom bara inn, eg skal ikki gráta” tekur støði í einum beiskum veruleika. Tá føroysk børn vóru send einsamøll á sjúkralegu í Danmark. Tá føroyska familjan sæt einsamøll heima. Frá tíðini tá heilsumál enn vóru danskt málsøki.  ​

- Einrøðuleikurin bjóðar áskoðarum inn í eitt ókent landslag, har ein skuldi trúð, at allar brýr vóru brendar, har bara illgras vaks, men so er ikki. Og heldur enn brá av tómleika hoyrist vónleikur...  

Einrøðuleikurin hevur soleiðis eisini jørðildi í rákinum, sum gav andlit stoltleikans annan lit, sum m.a. felagið Javni og Sinnisbatið eru ímyndin av, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Tað er Jógvan Andrias Joensen úr Klaksvík, ið framførir leikin, sum hann sjálvur eigur hugskotið til. Jógvan Andrias hevur eisini gjørt yrkingarnar í leikinum.

Edvard Nyholm Debess er við á pallinum - hann stendur fyri tónleikinum, umframt ljóðmyndini.

Tað er Ria Tórgarð, sum hevur skrivað leikin, leikstjórnað og pallsett.

Seinasta sýningin byrjar í morgin klokkan 20. Atgongumerki eru til keyps á atgongumerki.fo ella við dyrnar hálvan tíma undan sýning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder