Hann var við til at døma 22 nazistaleiðarar eftir seinna heimsbardaga og róði framundir at stovna ein altjóða revsidómstól. Hesin, "Altjóða Brotsmannadómstólurin", gjørdist veruleiki í 2002.
Benjamin Ferencz var ein av ákærunum frá tí vit kenna sum Nürnberg prosessin.
Hann stríddist sjálvur móti Nazitýsklandi undir krígnum. Í 2018 varð gjørdur ein dokumentarfilmur undir heitinum "Prosecuting Evil", gjørdur, sum greiðir frá arbeiðinum hjá Ferencz undir Nürnberg avhoyringunum og dómsviðgerðini.
Tá Benjamin Ferencz var 27 ára gamal var hann longu við at skriva heimssøgu. Hann var nevniliga ein av teimum ákærarunum, sum varð settur til at føra rættarsakir móti fleiri av teimum, sum høvdu ábyrgdina av krígsbrotsgerðum og brotsgerðum móti mannaættini, sum Nazistatýskland stóð aftanfyri undir seinna heimsbardaga.
Hann doyði Langafríggjadag 103 ára gamal í heimi sínum í Florida í USA. Hann var føddur í Rumenia í 1920, men fór longu sum ungur til USA við familju síni fyri at sleppa undan antisemitismuni í Evropa.
Her er Benjamin saman við teimum, sum gjørdu dokumentarfilm um hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald