Uttanlands

Seinasti borgarin sloppin framat kistuni hjá Elizabeth drotning

Seinastu dagarnar hava hundraðtúsundatals tolnir bretar bíðað eftir at sleppa at síggja kistuna hjá Elizabeth drotning, og í morgun slapp seinasti borgarin inn í Westminsiter Hall – Jarðarferðin hjá drotningini verður í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-19 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftaná fimm dagar við langum bíðirøðum í London, vórðu seinastu borgararnir og søgdu eitt seinasta farvæl við Elizabeth drotning í Westminister Hall í morgun.

Kistan hevur staðið Castrum Dolores seinastu dagarnar, so fólk kundu fara framvið og vísa virðing fyri drotningini, sum sat á bretsku trónuni í 70 ár.

Sambært Ritzau varð bíðirøðin stongd í gjárkvøldið, og slapp seinasti borgarin inn í Westminister Hall klokkan hálvgum sjey í morgun.

Hundraðtúsundatals tolnir borgarar hava seinastu dagarnar staðið í kilometrarlangu bíðirøðini fyri at sleppa framat kistuni hjá drotningini. Tá bíðirøðin var longst, var hon 16 kilometrar lang, og tók tað tá eitt samdøgur at sleppa framat.

Yvir 500 vesi vórðu sett upp á leiðini, sum gekk frá Southwark Park, framvið Themsen ánni til tjóðartingið í Westminister Hall. Tey, ið stóðu í bíðirøðini fingu litt armbond, so tey kundu fara úr røðini eina løtu og koma aftur. Men nógv fólk gjørdust eisini illa fyri, meðan tey stóðu og bíðaðu, og hevur tilbúgvingin í London havt úr at gera í hesum sambandi.

Seinnapartin í gjár varð sagt, at yvir 700 fólk høvdu fingið hjálp frá sjúkraflutningstænastuni, og vórðu fleiri eisini endað á sjúkrahúsinum.

Elizabeth drotning II fer til gravar í dag, og væntast uml. 2000 gestir at luttaka. Talan er um umboð úr ymsu kongshúsunum og stjórnarleiðarar úr øllum heiminum. Margretha drotning og Fríðrikur krúnprinsur umboða danska kongshúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder