Uttanlands

Seinasti franski D-dags veteranur

Leon Gautier gjørdist 100 ára gamal

Leon Gautier avmyndaður í sambandi við 79 ára dagin fyri D-dagin fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)

Leon Gautier avmyndaður í sambandi við 79 ára dagin fyri D-dagin fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)

2023-07-03 18:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tann seinasti fransmaðurin, sum var við undir sameindu innrásini í Normandínum á D-degnum í 1944, er nú deyður.

100 ára gamli Leon Gautier doyði í dag, upplýsa lokalir myndugleikar, sambært AFP tíðindastovuni.

Leon Gautier var partur av teimum 177 fransmonnunum, sum vóru við í innrásini hjá teimum sameindu.

Operation Overlord, sum umfatandi krígsátakið varð rópt, gjørdist eitt avgerandi umskifti undir øðrum heimsbardaga fram móti nasitýska tapinum í mai 1945.

D-dagurin var 6. juni 1944.

Franski forsetin hevur lýst Gautier og hansara felagar sum frælsishetjur.

- Vit fara ikki at gloyma hann, skrivar forsetin á Twitter.

Álopið á D-degnum var undir leiðslu av amerikanskum, bretskum og kanadiskum herdeildum. Men eisini Australia, Belgia, Niðurlond, Frakland, Grikkaland, Noreg og Poland vóru við – tó við nógv færri fólkum.

Umleið 18.000 fallskíggjahermenn vórðu sleptir niður yvir økið, meðan 130.000 mans vórðu settir í land sjóvegis. Talið á deyðum hjá teimum sameindu tann fyrsta dagin kom upp um 4.000.

Eftir kríggi gjørdist Leon Gautier sum frá leið ein stríðsmaður fyri friði.

- Fólk frá hinum partinum verða dripin – fólk, sum aldri hava gjørt tær nakað. Sum hava familjur og børn. Til hvørja nyttu?, segði hann í sambandi við 100 ára føðingardagin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder