Uttanlands

Seinasti kongurin í Grikkalandi deyður

Konstantin II, sum var giftur Anne-Marie, systir Margretu drotning, gjørdist 82 ára gamal

Fyrrverandi grikski kongurin í Haag í Hollandi í 2001 (Mynd: EPA)

Fyrrverandi grikski kongurin í Haag í Hollandi í 2001 (Mynd: EPA)

2023-01-11 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi grikski kongurin, Konstantin II er deyður, 82 ára gamal.

Grikskir miðlar skriva, sambært Ritzau, at hann doyði av slag í heimi sínum í grikska høvuðsstaðnum Athen. Leygardagin varð boðað frá, at fyrrverandi kongurin var innlagdur, og at støðan var hættislig.

Seinastu árini hevur Konstantin verið innlagdur fleiri ferðir. Hann var m.a. raktur av koronu tvær ferðir. Seinast hann varð sæddur alment var á einum tiltaki í Athen, har hann sat í rullistóli.

Konstantin, sum var giftur Anne-Marie, systir Margretu drotning, var kongur av Grikkalandi frá mars 1964 til apríl 1967, har herurin framdi eitt kvett og tók valdið. Konstantin royndi at fremja eitt mótkvett, men tað miseydnaðist, og vórðu hann og konan tvungin at fara í útlegd.

Eftir at fólkaræðið í Grikkalandi varð endurstovnað, varð við fólkaatkvøðu í 1974 avgjørt at avtaka kongshúsið, og var tað tá, at tíðin hjá Konstantin kongi formliga kom at enda.

Gjøgnum árini hava fyrrverandi kongurin og drotningin av Grikkalandi búð saman í Rom, London og Grikkalandi.

Eftir sita, umframt konan, Anne-Marie, fimm børn og níggju abbabørn. Nevnast kann eisini, at Konstantin var gubbi bretska William prinsi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder