Mentan

Seinasti maður í Olsenbanden lagt árarnar inn

Morten Grunwald doyði í gjárkvøldið, 83 ára gamal

(Mynd: dr.dk)

(Mynd: dr.dk)

2018-11-15 12:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski sjónleikarin, Morten Grunwald, er deyður 83 ára gamal. Hann svav stillisliga inn í gjárkvøldið á Sankt Lukas sjúkrahúsinum eftir at hava stríðst við krabbamein í eina tíð.

Sostatt er tann seinasti av teimum trimum skálkunum í Olsenbanden-filmunum nú eisini deyður.

Morten Grunwald var við í yvir 50 filmum, men er best kendur fyri leiklutin sum Benny í teimum 14 filmunum við Olsenbanden, har hann spældi saman við Poul Bundgaard og Ove Sprogøe.

Í farna mánaði varð hátíðarhildið at 50 ár vóru liðin síðan fyrsta Olsenbanden filmin, men Morten Grunwald kundi ikki luttaka orsaka av sjúkuni.

Fyri einum mánaði síðani avdúkaði hann, at hann hevði lungnakrabba, og at hann ikki visti hvussu langa tíð hann hevði eftir at liva í.

Umframt at vera sjónleikari, gjørdi Morten Grunwald eisini vart við seg sum leikhússtjóri á eitt nú Betty Nansen Teater og Østre Gasværk Teater.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder