Innanlands

Seinasti møguleiki at síggja framsýngina av útgrevstrinum á Toftanesi

Tað er í Gamla skúla í Leirvík frá klokkan 10 leygardagin og frá klokkan 13 sunnudagin, at til ber at uppliva ymiskt frá týðandi útgrevstrinum.

Útgrevsturin prógvaði, at bygdin stavar frá víkingatíðini og gav eisini ábendingar um, at Leirvík er millum elstu bygdir í Føroyum (Mynd: eysturkommuna.fo)

Útgrevsturin prógvaði, at bygdin stavar frá víkingatíðini og gav eisini ábendingar um, at Leirvík er millum elstu bygdir í Føroyum (Mynd: eysturkommuna.fo)

2026-09-10 13:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar hevur forvitnislig framsýning verið í Gamla Skúla í Leirvík, sum hevur tikið støði í útgrevstrinum á Toftanesi.

Útgrevsturin fór fram í Leirvík í 1980'unum, og tað verður mett at vera ein av teimum týdningarmestu fornfrøðiligu uppgavingunum í Føroyum.  Tjóðsavnið skrivar, at í útgrevstrinum var ein bóndagarður frá víkingatíð funnin. Í garðinum vóru fýra hús, tíðarfest til umleið 900 talið.

Útgrevsturin prógvaði, at bygdin stavar frá víkingatíðini og gav eisini ábendingar um, at Leirvík er millum elstu bygdir í Føroyum.

[object Object]

[object Object]

[object Object]Frá framsýningini (Mynd: Eysturkommuna)

Næst komandi vikuskifti at vitja framsýningina í Gamla skúla.

Eysturkommuna boðar frá, at opið er leygardagin 12. september klokkan 10:00 – 17:00 og sunnudagin 13. september kl. 13:00 – 17:00.

- Hetta vikuskifti verður aftur møguleiki at ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, ið funnin varð á Toftanesi. Brosjan er 26 mm í tvørmáti, úr bronsu ella silvur, og gjørd í Borre-sniði. Tað er gullsmiður Ghita Ring, Gitustova.fo, ið hevur gjørt eftirgerðina, skrivar eysturkommuna.fo

Tað er ókeypis atgongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder