Innanlands

Seinasti tingfundurin áðrenn summarferiuna er av

Elveitingarlógin varð samtykt, løgtingslimir hava sungið, og eingin tingfundur er á skránni áðrenn ólavsøku

Løgtingið fekk tvey nógv umrødd mál ígjøgnum í gjár: Gongd í haga og tøkugjaldið. Hetta er ikki vælumtókt í summum samfelagsbólkum - breiðar semjur og broytingaruppskot vóru lykilin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Løgtingið fekk tvey nógv umrødd mál ígjøgnum í gjár: Gongd í haga og tøkugjaldið. Hetta er ikki vælumtókt í summum samfelagsbólkum - breiðar semjur og broytingaruppskot vóru lykilin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-23 11:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgtingið er formliga farið í summarfrí. Seinasti tingfundur hesa setuna varð liðugur fyri løtu síðani, og eingin stendur á skránni aftur fyrrenn á ólavsøku, tá næsta setan byrjar. Heldur eingir nevndarfundir eru á skránni næstu mánaðirnar.

Tað var bert eittans mál á skránni í dag. Tað var 3. viðgerð av sonevndu elveitingarlógini. Landstýriskvinann Ingilín Didriksen Strøm átti uppskotið, sum varð beint úr nevnd, og endaði við at verða samtykt við 17 atkvøðum fyri og 13 ímóti. Atkvøtt varð ímóti øllum broytingaruppskotunum.

Síðani varð sungið, Boðar tú til allar tjóðir, áðrenn Bjørt Samuelsen endaliga sendi tingið í summarferiu.

Tað kemur bert saman, um onkur neyðstøða verður - við støðuni við verkfallinum nú, er júst hetta kanska ikki heilt óhugsandi. Annars kemur tingið saman aftur á ólavsøku.

Í gjár komu tvey nógv umrødd mál ígjøgnum: Málið um gongd í haga (Burðardygga ferðavinnu) og málið um tøkugjald. Í báðum førum var tað ein lykil, at Sambandsflokkurin lagaði fyri einari breiðari semju, og at broytingaruppskot vórðu gjørd.

Í sambandi við gongd í haga varð rætturin hjá føroyingum at ganga frítt staðfestir, og eitt gjald til ferðafólk fyri 20 krónur fyri hvørja nátt varð ásett. Bøndur kunnu bert taka gjald, um tænasta verður veitt. Lógin er sanniliga ikki fallin í góða jørð allastaðni; hetta tí at millum annað bøndur halda, at ov nógv hongur í leysum lofti, og at teir fáa lítið ella einki burturúr, at teirra øki verður nýtti til ferðavinnu.

Hetta var fyrsta fulla tingsetan hjá sitandi samgongu. Sambært yvirlitið hjá in.fo vóru væl færri tingfundir í 2023-2024 enn í undanfarnu tingsetum. Her varð hugt eftir seinastu tíggju árunum. Talið fyri hesa tingsetina var 69. Vanliga er talið í øllum førum upp ímóti 80 tingfundum.

Dagført: 12.19

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder