
- Fyri veður verður síðsti túrur við Teistanum í kvøld, týskvøldi 23. novembur, sigldur úr Skopun kl. 18:35 og av Gomlurætt kl. 20:00. Um viðrar verður siglt út í Hest kl. 19:10.
Hesum hevur Strandferðslan boðað frá á heimasíðu sínari. Harvið verða teir seinastu fýra túrarnir, sambært ferðaætlanini, um Skopunarfjørð í kvøld ikki sigldir.
Í morgin verður heldur ikki gott veður, og størsta skipið hjá Strandferðsluni siglir bert tveir túrar í morgin: Sum vant klokkan seks av Drelnesi men so aftur klokkan ellivu av Havnini.
Strandferðslan hevur boðað frá fleiri øðrum avlýsinum og væntaðum broytingum í morgin. Sí yvirlit á ssl.fo
Sí veðrið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald