
Í morgun stevndi havrannsóknarskipið Magnus Heinason út av Kollafirði á sín seinasta túr í tænastu fyri Havstovuna.
Talan er um eina yvirlitstroling, sum nógv roynda havrannsóknarskipið skal gera saman við avloysaranum og nútímanshavrannsóknarskipinum Jákup Sverra.
Ætlanin er, at Magnus Heinason skal seljast – helst sum gamalt jarn – men sterkar kreftir eru nú farnar í gongd við at sannføra myndugleikarnar um at fáa loyvi at søkkja skipið, so tað verður sett á bortn innarlaga í Kaldbaksfirði, so tað kann brúkast sum mál hjá frítíðarkavarum.
Tað er ein sannroynd, at sokkin skipsvrak savna nógv lív í sjónum.
Les eisini: Vilja søkkja Magnus Heinason – savna nú undirskriftir
Sí eisini innslag í Degi & Viku í gjárkvøldið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald