Mentan

Seinastu dagar Quislings í Filmsfelagnum

Filmurin um illa lýdda norðmannin Vidkun Quisling verður sýndur í Filmsfelagnum 20. november

2024-11-16 20:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norski leikstjórin Erik Poppe (f.1960), sum áður hevur gjørt Kongens valg, hevur nú gjørt film um illa lýdda norðmannin Vidkun Quisling (1887-1945), og mikukvøldið 20. november klokkan 20 verður hann at síggja í Filmsfelagnum. Rói Patursson fer at innleiða sýningina.

Gard B. Eidsvold, sum vit kenna frá Kraftidioten og Anders Danielsen Lie, sum vit kenna frá Verdens værste menneske, hava høvuðsleiklutirnar sum ávikavist Vidkun Quisling og presturin Peder Olsen. Í filminum um seinastu dagar Quislings, fáa vit innlit í ein psykologiskan og klaustrofobiskan dyst um sannleika og lygnir, trúgv og ivan.

Hin 8. mai 1945 eru fimm ár liðin síðan týskurin legði Noreg undir seg. Norðmaðurin Vidkun Quisling varð so íðin at hjálpa fíggindanum og ganga honum til handa, at eftirnavnið kom ikki bar í okkara, men eisini í ensku orðabøkurnar. Nú skal landið endurreisast, men fyrst skal seinasti kapitil skrivast. Í einum myrkum fangatippi í Akerhus situr hann, ið hevði svikið størsta lyftið av øllum - Vidkun Quisling. Nú skal hann ábyrgdast fyri egnar gerðir og teir ræðuleikar, sum nazisman elvdi til úti um landið.

Men fyrst skal hann hitta prestin og sálarhirðan, Peder Olsen. Kann prestur, ið sjálvur er merktur av krígnum, hjálpa manninum, ið var hjartavinur Hitlers, og geva honum sálarfrið? Er landasvíkjarin við ótæmdari stórlætisørsku um seg og sína missión í Noregi, førur fyri at angra?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder