Tey sum ikki fingu høvi at uppliva føroyska dokumentarfilmin Verkir hava nú møguleika at fara í Havnar Bio ein av komandi døgunum.
Filmurin fekk sera góða móttøku tá hann í 2019 varð frumsýndur og vístur fýra ferðir fyri fullsettum Sali, og síðani var at síggja kring landið. Nú er Verkir komin aftur á skrá í stóra sali í Havnar Bio, og verður sýndur í kvøld, fríggjakvøldið, leygarkvøldið, sunnukvøldið, mánakvøldið og seinast týskvøldið 17. november.
Talan er um dokumentarfilm, har hyggjarin fær innlit í broytingarnar sum fóru fram frá tí tað var vanliga at eiga heima, til føðingar fóru inn á sjúkrahús. Við frásagnum, myndum og tónleiki verður man tikin við á eina ferð gjøgnum trý føroysk ættarlið av føðingum.
Samrøðufólk í filminum eru Ingibjørg Rasmussen, Eyðgerð Amanda Petersen, Aslaug Víká Petersen, Helen Joensen, Elina Hammer Olsen, Elsa Hallfríður Rasmussen, Poulina Abrahamsen, Jensa Samson, Jytte Joensen, Durita Hanusardóttar Jacobsen, Rannvá Simonsen, Sigmund Jógvansson, Fríða Jórunardóttir, Annika Beinta Hoydal, Anna Christiansen og Bjørt Joensen Dahl. Onnur luttakandi eru Sóley Martinsdóttir við Garð, Jaspur við Garð og Margretha Thomsen.
Jón Klæmint Hofgaard hevur smíðað tónleik til filmin og ljóðmyndina gjørdi Jón McBirnie. Barbara Vang og Karina Jákupsdóttir filmaðu, og Ingilín Strøm gjørdi tekningar. Plakatmyndina, sum Sára Mikkelsen hevur uppsett, hevur Magnus Dam Jacobsen tikið av Rannvá í Baianstovu og dóttrini Lív í 1960.
Leikstjórnað hava Theresa og Karina Jákupsdøtur.
Terese og Karina Jákupsdøtur hava gjørt filmin (Savnsmynd: Birgir Kruse)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald