![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Nýggja floghavnin Flughafen Berlin Brandenburg skuldi upprunaliga lata upp í oktober í 2011, og eftir at hava verið útsett ferð eftir ferð, verður nú boðað frá, at upplatingin verður 31. oktober í ár.
Tað upplýsir Engelbert Lütke-Daldrup, stjóri á nýggju floghavnini, sambært Ritzau.
Hann fegnast um, at týski høvuðsstaðurin endiliga fær eina floghavn, sum er á altjóða støði.
Upplatingin av floghavnini hevur verið útsett í níggju ár, og orsakað av hesum, verður einki hátíðarhald á stóra degnum.
– Eingin veitsla verður. Vit fara bara at lata upp. Vit týskir verkfrøðingar skammast, sigur stjórin á floghavnini, sum ásannar, at allur ruðuleikin hevur gjørt Týskland fyri skommum.
Á upprunaligu fíggjarætlanini vórðu 2,7 mia. evrur játtaðar, men byggingin av nýggju floghavnini væntast nú at kosta yvir seks mia. evrur.
Flughafen Berlin Brandenburg skal koma í staðin fyri tær báðar floghavnirnar Tegel og Schönefeld, sum liggja í ávikavíst Vestur- og Eysturberlin.
Báðar floghavnirnar vórðu bygdar undir kalda krígnum, og eru tær ikki gjørdar til at handfara vaksandi ferðafólkatalið, sum ferðast umvegis týska høvuðsstaðin.
Í fjør ferðaðust 36 mió. fólk umvegis floghavnirnar í Berlin, men orsakað av koronafarsóttini væntast talið í ár ikki at verða hægri enn tíggju mió.
31. oktober verða tað tvey flogfør hjá ávikavíst Lufthansa og Easyjet, sum verða tey fyrstu at lenda á nýggja flogvøllinum.
Hóast einki hátíðarhald verður í sambandi við, at nýggja floghavnin letur upp, verður veitsla komandi hósdag í sambandi við afturlatingini av Tegel floghavnini.
Tegel floghavnin varð bygd av franska herinum í 1948, so at sameindu vesturlondini kundu lenda við sendingum til Vesturberlin, eftir at hermenn frá Sovjetsamveldinum høvdu blokerað vegir og tokbreytir.
Tegel floghavnin er ímynd av frælsi, sigur Engelbert Lütke-Daldrup.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald