Smyril stóð til at fara sín fyrsta túr av Krambatanga klokkan seks í morgun, og næsti túrur á ferðaætlanini er klokkan 8.45 av Havnini.
Samanlagt eiga seks túrar at vera á Suðuroyarleiðini í dag, mikudagin 21. februar. Strandferðslan boðaði tó í gjár frá, at broytingar kunnu koma fyri.
Hetta er vegna brek á einum høvuðsmotori á Smyrli. Ferðafólk kunnu vænta møguligar seinkingar ella broytingar á leið 7 mikudag 21.februar, skrivar ssl.fo. Har ber til at fylgja við, um okkurt øðrvísi verður.
Dagføring (kl.11.51): Brekið er liðugt umvælt og fer ikki at ávirka siglingina í dag, skrivar ssl.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald