Uttanlands

Seinnapartin verður minnisvarðin í Svínoy avdúkaður

Nógv fólk vera á Svínoynni í dag; Kringvarpið stroymir frá avdúkingini

Á lítlu oynni minnast tey í dag øll, sum eru farin orsakað av vanlukku. Minnisvarðin verður, har reyði rundingurin er (Mynd: Pól Sundskarð)

Á lítlu oynni minnast tey í dag øll, sum eru farin orsakað av vanlukku. Minnisvarðin verður, har reyði rundingurin er (Mynd: Pól Sundskarð)

2019-06-15 09:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svínoy hevur verið hart rakt av bátsvanlukkum. Í tíðarskeiðnum 1861 - 1913 gingu seks Svínoyarbátar burtur við tilsamans 24 monnum. 28 onnur eru á minnisvarðanum, sum í dag verður reistur fyri tey við sambandi til oynna, sum farin eru av vanlukku bæði á sjógvi og landi. Klaksvíkar Kommuna skrivar, at hetta er skipað so langt aftur í tíðina, sum skrivligar keldur greiða frá vanlukkunum. Tí er farið heilt aftur til 1739 og fram til 1984.

Tað er Edvard Fuglø, ið hevur gjørt minnisvarðan. Hann hevur heitið “Dropi í lívsins havi”. Fólk kunnu síggja minnisvaran, sum listamaðurin hevur gjørt, klokkan 14.00, tá avdúkingin verður. Tá stroymir Kringvarpið eisini á heimasíðu sínari. 

Nú er morgunmatur á Gamlagarði, guðtænasta verður klokkan 13.00 og hetta er skráin eftir avdúkingina: 

 Kl. 15.00: Vitjað verður runt í bygdini – Símun Hansen, Óli og  Jógvan Edmund á Geilini siga frá

 Kl. 16.00: Boðin verður suppa í Gamlagarði            

 

Nógv fólk eru og/ella koma til Svínoyar í dag, so Ritan hevur regluligt samband, og Súlan hjálpir eisini til: 

Kl. 10.45     Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 12.00     Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar


Kl. 11.00       Súlan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 12.15       Súlan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

 

Kl. 16.00       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 17.15       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 18.30       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 19.45       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 21.00       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

Kl. 22.15       Ritan siglir úr Hvannasundi til Svínoyar

-121 fólk sleppa við Rituni hvørjaferð

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder