Mentan

Seinnapartsguðstænastur í Hoyvíkar kirkju

Kirkjan letur upp aftur, men er upptikin av konfirmatión nógvar sunnudagar í næstum

2020-09-03 08:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá sunnudegnum verða guðstænastur aftur hildnar í føroysku kirkjunum, og í Hoyvík verður guðstænasta sum vant hildin kl. 11 hendan dagin.

Síðan verða konfirmatiónir í Hoyvíkar kirkju kl. 11 og kl. 13 teir næstu fýra sunnudagarnar.

Av tí at eingin guðstænasta hevur verið í august mánaði, og konfirmatiónirnar koma at fylla nógv í kirkjuliga virkseminum komandi mánaðin, verða seinnapartsguðstænastur hildnar í Hoyvíkar kirkju hesar fýra sunnudagarnar, tá konfirmatiónir eisini eru.

Tað merkir, at sunnudagarnar 13. september, 20. september, 27. september og 4. oktober verða konfirmatiónir kl. 11 og 13 og guðstænastur kl. 17 í Hoyvíkar kirkju. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder