Fríggjakvøldið og leygarmorgunin hava ógvusligar melduródnir herjað í fleiri amerikonskum statum.
Sambært CNN er boðað frá í minsta lagi 30 melduródnum í seks statum – Arkansas, Illinois, Kentucky, Missouri, Mississippi, og Tennessee.
Fleiri enn 80 fólk hava latið lív, harav eini 70 í Kentucky, boða lokalir myndugleikar frá. Men veruliga deyðstalið væntast at vera nógv hægri enn tað, sum higartil er fráboðað.
Boðað hevur eisini verið frá nógvum skaða. Eitt nú í býnum Edwardsville í Illinois varð eitt vøruhús hjá Amazon hart rakt. Her rapaði takið í illveðrinum. Millum tey uml. 100 starvsfólkini, sum sigst at hava verið á náttarvakt í vøruhúsinum, hava í minsta lagi seks latið lív, skrivar Reuters.
Í Arkansas rapaði takið á einum ellisheimi, og 20 persónar vórðu fastir í býgninginum í yvir ein tíma. Í Kentucky vóru uml. 40 fólk bjargað úr einari verksmiðju í býnum Mayfield, og bygningarnir hjá lokalu løgregluni og sløkkiliðnum vórðu eisini oyðilagdar.
Sambært amerikonskum miðlum hevur tjóðarhirðin eisini verið boðsendur at hjálpa við bjargingararbeiðnum.
Niðanfyri síggjast nakrar myndir úr Kentucky:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald