Ein 54 ára gomul kvinna úr Florida hevur fingið seks ára fongsulsrevsing fyri sín leiklut í álopinum á Kongressina 6. januar í 2021.
Í januar varð hon funnin sek í sjey ákærum, og ikki fyrr enn nú hevur hon fingið sín dóm.
M.a. hevur hon skumpað eitt løgreglufólk við einari flaggstong, og úrslitið av hesum var, at viðkomandi datt og smekkaði høvdið í. Eisini hevur hon skumpað fleiri onnur løgreglufólk oman gjøgnum nakrar trappur.
Undan álopinum var kvinann komin við áheitan um at gera uppreistur á sosialu miðlunum, og eisini var hon við til at orða eitt skriv, sum snúði seg um at banna demokratiska flokkin, skrivar Ritzau.
6. januar 2021 lupu mótmælisfólk á Kongressina í eini roynd at forða Kongressini í at góðkenna úrslitið av forsetavalinum í 2020 og formliga útnevna Joe Biden til vinnara.
Fleiri enn 1.000 fólk vórðu handtikin í sambandi við kanningararbeiðnum hjá løgregluni, og higartil eru fleiri enn 350 skuldsett fyri at hava lopið á løgregluna ella at hava forðað løgregluni í at gera sítt arbeiði í og kring Kongressbygningin. Fleiri persónar eru longu dømdir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald