Uttanlands

Seks ára gamal skjeyt lærarinnuna - nú skal mamman fyri rættin

Ein seks ára gamal skúlanæmingur í amerikanska statinum Virginia, dró fyrr í ár eitt skotvápn í flokshølinum. Hann rakti lærarinnuna í hondina og bringuna

Lærarinnan, Abigail Zwerner (Mynd: NBC)

Lærarinnan, Abigail Zwerner (Mynd: NBC)

2023-04-11 11:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mamma ein seks ára gamlan drong, sum fyrr í ár skjeyt og særdi lærara sín, verður nú drigin fyri rættin.

Hon er ákærd fyri umsorganarsvik og ósketni við at hava havt eitt løtt skotvápn liggjandi á ein hátt, sum kann vera lívsvandamikið fyri børn.

Tað vísa skjøl hjá ákærumyndugleikanum í amerikanska býnum Newport News í Virginia.

Familjan hevur fyrr greitt frá, at skotvápnið var goymt á ein tryggan hátt í heiminum, tá drongurin fekk fatur á tí.

Undir skottilburðinum 6. januar í ár var 25 ára gamla lærarinnan, Abigail Zwerner, skotin í hondina og bringuna, tá seks ára gamli drongurin dró vápnið fram í flokshølinum.

Fyrr í hesum mánaðinum reisti lærarinnan endurgjaldssakarmál, har hon krevur upp til 40 milliónir dollarar í endurgjaldi.

Hon hevur millum annað víst á, at skúlin ikki fylgdi ávaringunum upp um, at drongurin hevði harðrendan atburð, og at onki hendi, tá ein annar næmingur ávaraði um, at drongurin hevði eina pistól við í skúla.

25 ára gamla Abigail Zwerner lá á sjúkrahúsi í tvær vikur eftir at hon varð særd av skotum.

Tað eru næstan 400 milliónir skotvápn í amerikanska samfelagnum, og skottilburðir á skúlum henda javnan. Í farna mánaði vórðu trý níggju ára gomul børn og trý vaksin dripin av skotum á einum privatum kristnum skúla í Nashville, Tennessee.

Mett verður, at umleið 44.000 deyðstilburðir í USA í fjør høvdu samband við skotvápn. Helmingurin var drápsmál, vanlukkur og sjálvverja, og helmingurin var sjálvmorð. Hetta framgongur av dátugrunninum Gun Violence Archive, sambært AFP.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder