2021-03-17 11:58

Nøkur ferðslumál vóru í gjár í samband við, at løgreglan gjørdi ferðmátingar í Eysturoynni og í Norðoyatunlinum.
Seks bilførar fingu bót fyri at koyra ov skjótt Millum Fjarða - harav koyrdu fýra yvir 100 kilometrar um tíman. Tann eini koyrdi 111 km/t og umframt stóra bót gevur tað eitt klipp í koyrikortið.
Í Norðoyatunlinum fingu tveir bilar bót fyri at koyra ov skjótt, verður upplýst á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald