2024-02-02 08:32
Ein friðarlig nátt er farin framvið hjá løgregluni. Ein av uppgávunum var at klippa plátur av seks bilum.
- Tað kunnu vera um bilar, har sýn, veggjald ella trygging ikki er uppá pláss, greiðir vaktleiðarin frá í morgun.
Løgreglan var eisini úti í ferðsluni í nátt og kannaði, um bilførarar fyri rúsdrekka- og rúsevniskoyring.
Har var tó einki at koma eftir. Keðiliga veðrið ger eisini sítt til, at tað ikki so nógv ferðsla um næturnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald