Fríggjamorgunin hevði løgreglan eitt átak í sambandi við skúlakoyring í Klaksvík, og har vórðu 20 mál skrivað.
M.a. fingu seks bilførarar klipp fyri ikki at hava børnini í trygdarbelti. Aðrir fingu bót fyri lyktafeilir, fyri ikki at hava koyrikortið uppiá sær, koyra við slitnum dekkum, nýtslu av fartelefon og fyri at koyra uttan trygdarbelti. Sjey bilførarar fingu eisini átalur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Í nátt og í morgun var løgreglan aftur úti og kannaði ferðsluna - hesa ferð fyri at kanna, um bilførarar koyrdu ávirkaðir. Nógvir bilar vórðu steðgaðir í norðurøkinum og í Havn, men har var einki mál skrivað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald