2025-02-18 08:23

Ferðslulgreglan gjørdi seinnapartin í gjár ferðmátingar á landsvegnum við Brúnna um Streymin, har tað er eitt strekki, har ferðin er sett niður á 60 kilometrar um tíman.
Sjey mál vórðu skrásett.
Fimm bilførarar fáa klipp í koyrikortið, teir koyrdu millum 80 og 83 kilometrar um tíman. Ein bilførari fær treytaða frádøming av førararættinum – hann koyrdi 85 kilometrar um tímarn.
Sjeyndi bilførarin varð avdúkaður fyri at koyra, hóast hann er frádømdur rættin at føra bil, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald