Innanlands

Seks bøtur fyri at tosa í telefon

Ferðsluløgreglan gjørdi kanningar í Gøtudali í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-21 10:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðsluløgreglan skrivaði fleiri mál niður bókina, tá tey gjørdu kanningar av ferðsluni í Gøtudali í gjáramorgunin. Serliga var hugt eftir, um fólk tosaðu í fartelefon.

Kanningarnar vórðu gjørdar frá nakað undan klokkan 8 til nakað eftir klokkan 9, og seks mál vórðu niðurskrivað. Tað verður givin bót tá bilførarar halda í fartelefonini og tosa undir koyring.

Í sambandi við hesar kanningarnar varð eisini ein bilførari steðgaður og skuldsettur fyri at koyra hóast hann varð frádømdur rættin at koyra. Illgruni var eisini um, at viðkomandi koyrdi ávirkar av rúsevnum. Ein blóðroynd varð tikin, og bíðað verður nú eftir at royndin verður kannað í Danmark, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder