Innanlands

Seks bussar fingu parkeringsbót á Óðinshædd

Bussarnir skuldu ikki standa, har sum teir stóðu, og tí skrivaði løgreglan parkeringsbøtur

(Mynd: Kringsýnismynd / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Kringsýnismynd / Tórshavnar kommuna)

2024-03-08 08:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint fyri klokkan átta gjáramorgunin var løgreglan á Óðinshædd í Havn, har seks bussar stóðu á einum øki, har teir ikki skuldu standa.

Parkeringsbøtur vóru skrivaðar. Óvist var, hvør átti hesar bussarnar.

Tað er ikki so vanligt, at løgreglan skrivar parkeringsbøtur, men tað hendi so í hesum føri. Parkeringsbótin er 200 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder