Innanlands

Seks dagar uttan nýggja smittu

Enn eru fimm positiv eftir, og ein er innlagdur – 168 kanningar vórðu gjørdar í gjár

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-02-01 09:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heldur ikki í gjár varð nakar staðfestur positivur fyri covid-19, og sostatt er eingin nýggj smitta staðfest í Føroyum seinastu seks dagarnar.

Sambært nýggjastu tølunum vórðu 168 kanningar gjørdar í gjár, og tilsamans eru 221.923 kanningar nú gjørdar í Føroyum.

Talið á smittaðum og frískum stendur enn í stað. 

Tilsamans hava 654 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum, og 648 teirra eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við covid-19 í Føroyum. Sostatt eru fimm persónar framvegis smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og 11 eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder