Innanlands

Seks eru smittað í løtuni

Eingin nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár, tá 588 koronukanningar vórðu gjørdar. Næsti koronutilburður verður nummar 1.000 í røðini

2021-08-25 14:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Smittutalið í Føroyum í august hevur verið lágt og fáir nýggir tilburðir av koronu hava verið. 

Tveir tilburðir vórðu staðfestir mánadagin, men í kanninginum í gjár varð eingin smitta at síggja. Tað vóru væl færri kanningar í gjár enn mánadagin - 588 kanningar mótvegis 1.296 kanningum.

Í løtuni eru seks smittað í Føroyum. Næsti koronutilburðir verður nummar 1.000 í røðini - 999 fólk hava higartil fingið staðfest smittu í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder