Seks filmar eru í ár tilnevndir til filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins. Hesaferð er ein grønlendskur filmur eisini tilnevndur.
Norðurlandaráðið hevur síðan 2002 havt eina filmsvirðisløn við millum virðislønirnar, sum verða handaðar á hvørjum ári í sambandi við ársfundin hjá ráðnum. Hesaferð eru talan um tveir heimildarfilmar og fýra spælifilmar, sum eru innstillaðir.
Teir innstillaðu eru:
Danmark: “Min arv bor i dig”, sum dansk-iranska Roja Pakari hevur leikstjórnað og skrivað handritið til.
Finland: “Kuolleet lehdet” (Fallin bløð), sum Ari Kaurismäki hevur skrivað og leikstjórnað.
Grønland: “Twice Colonized” – dokumentarfilmur, sum Lin Alluna hevur gjørt. Filmurin snýr seg um inuit-advokatin, Aaju Peter, sum stríðist fyri rættindini hjá fólki sínum.
Ísland: “Snerting” eftir leikstjóran Baltasar Kormákur.
Noreg: “Sex” eftir Dag Johan Haugerud.
Svøríki: “Passage” eftir Levan Akin.
Filmsvirðislønin er 300.000 danskar krónur. Vinnarin verður avdúkaður 22. oktober í Reykjavík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald