Í nátt vórðu í minsta lagi seks mótmælisfólk dripin av løgregluni í Myanmar, tá túsundatals stríðsfólk gjørdi ímóti útfaringarbanninum fyri at minnast teimum, sum vórðu dripin, tá herurin tók valdið í landinum.
Sambært lokalum miðlum, varð skotið eftir mótmælisfólkunum, sum savnaðust uttanfyri einari løgreglustøð í Yangon, størsti býurin og fyrrverandi høvuðsstaðurin í landinum, fyri at krevja, at fongslaðu mótmælisfólkini verða leyslatin.
Trý vórðu eisini dripin í sambandi við einum øðrum mótmæli í Mandalay, ið er næststørsti býur í landinum.
Tilsamans eru uml. 75 fólk dripin undir ófriðinum í Myanmar, skrivar Ritzau.
Túsundatals fólk savnaðust fríggjakvøldið í Yangon fyri at tendra ljós til minnis um tey, sum hava latið lív seinastu vikurnar. Fólk savnaðust eisini í øðrum býum.
(Mynd: EPA)
Ófriður hevur verið í Myanmar, síðan herurin tók valdið í landinum 1. februar og handtók m.a. demokratiskt valda leiðaran Aung San Suu Kyi. Mótmælisfólkini krevja, at Suu Kyi verður leyslatin, og at stjórn hennara sleppur til valdið aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald