Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið rættiliga friðarligt. Tó var ein støða í miðbýnum í Havn um 13-tíðina í gjár, sum hevði við sær, at seks fólk fingu bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, upplýsir løgreglan í morgun.
– Fólkini vóru sera ólátað, og at byrja við vildu tey ikki gera eftir boðunum frá løgregluni, tá vit kom á staðið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at talan var um vaksin fólk.
– Tað er ikki á hvørjum degi, at vit skuldseta so nógv fólk fyri brot á skilhaldsreglurnar samstundis, men tað kemur fyri.
Í nátt hevur løgreglan eisini verið í býnum og forðað fleiri bardøgum, og eisini var eitt harðskapsmál í Klaksvík, sum løgreglan nú fer at kanna nærri. Løgreglan hevur enn ikki avhoyrt partarnar, sum tey vita, hvønn tey skulu tosa við, verður upplýst.
Dagførd kl. 13.18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald