Seks fólk fingu skaða fyrsta dagin við tarvarenning á San Fermin-festivalinum í spanska býnum Pamplona.
Tað upplýsir talsfólk frá heilsuverkinum sambært DPA tíðindastovuni.
Ein persón fekk skaða í høvdi, meðan hini fimm fyri tað mesta hava fingið blá merki, sigur talsfólkið, sambært Ritzau tíðindastovuni.
(Mynd: EPA)
Fleiri av teimum særdu eru innløgd á sjúkrahús.
Tarvarenning er gomul siðvenja í Pamplona, og í teir níggju dagarnar San Fermin-festivalurin er, verða tarvar førdir og eltir 825 metrar gjøgnum trongu gøturnar í gamla býarpartinum hvønn morgun. Tarvarnir viga upp ímóti 600 kilo hvør.
Fyrst og fremst er tað menn, sum renna framman fyri tarvarnar, fyri at vísa, at teir klára at smoyggja sær undan.
(Mynd: EPA)
Síðan 1916 eru 16 fólk deyð av tarvum í sambandi við hesa renningina. Seinast tað hendi var í 2009, tá ein 27 ára gamal maður varð stungin í hálsin.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald