Í minsta lagi tveir tannáringar hava latið lív, eftir at ein 16 ára gamal drongur byrjaði at skjóta inni í einum miðnámsskúla í Santa Clarita í amerikanska statinum Kalifornia.
Hetta hendi í gjár á Seagus High School, sum hevur uml. 3000 næmingar.
Sambært lokalu løgregluni vórðu seks fólk skotin, harímillum brotsmaðurin sjálvur.
16 ára gamli drongurin, sum er undir illgruna fyri at standa aftanfyri skjótingini, liggur í løtuni á sjúkrahúsi í Los Angeles.
Sambært Ritzau var drongurin sjálvur næmingur á skúlanum, og var hann av asiatiskum uppruna.
Eftir at hava skotið fimm aðrar næmingar, skeyt hann seg sjálvan í høvdið, og støðan hjá honum er í løtuni lívshættislig.
Tveir av hinum næmingunum doyðu seinni av løstum sínum. Talan var um eina 16 ára gamla gentu og ein 14 ára gamlan drong.
Sambært talsfólki hjá FBI er ógreitt, hvat motivið hjá brotsmanninum var.
Vápnið, sum varð brúkt, var ein hálvsjálvvirkandi pistólur.
Hette er 85. ferð í ár, at boðað verður frá einum skottilburði í einum amerikonskum skúla, upplýsir felagsskapurin Everytown for Gun Safety, sum arbeiðir fyri at herða amerikonsku vápnalóggina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald