Innanlands

Seks fólk vilja avloysa Edvard Heen

Allar seks umsóknirnar koma frá føroyingum, skrivar Kringvarpið. Almannaverkið skal hava nýggjan stjóra 1. august

Seinni í ár skal ein persónur avloysa Edvard Heen eftir ellivu ár í sessinum - Almannaverkið hevur eini 1.200 starvsfólk (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Seinni í ár skal ein persónur avloysa Edvard Heen eftir ellivu ár í sessinum - Almannaverkið hevur eini 1.200 starvsfólk (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-18 15:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri sjey vikum síðani gjørdist greitt, at Edvard Heen skjótt fer úr starvinum sum stjóri í Almannaverkinum.

Hetta verður eftir ellivu ár í sessinum. 67-ára gamli norðmaðurin fer á pensjón 1. august.

Harvið varð sókt eftir nýggjum stjóra í februar, og eftir at umsóknarfreistin nú er farin er greitt, at seks fólk ynskja sær stjórastarvið í landsins størsta stovni.

Kringvarpið skrivar, at talan bæði er um kvinnur og menn, og at bert føroyingar hava søkt. Tað var eisini bert lýst í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder