placeholder
Innanlands

Seks fráboðanir um stormskaðar í nátt

Fráboðanir komu av Viðareiði, úr Vestmanna, Kollafirði, Norðragøtu og Havn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-15 12:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvur vindur hevur verið um vikuskiftið, serliga í nátt, men hóast hetta hevur løgreglan bert fingið nakrar fáar fráboðanir um stormskaðar.

Í nátt hevur løgreglan fingið tilsamans seks fráboðanir ymsastaðni frá í landinum.

Av Viðareiði kom ein fráboðan um, at ein tekja var við at ríva av einum fjósi, í Vestmanna var eitt dekkbretti við at loysna av einum taki, og í Kollafirði koppaði ein vøruvognur, sum stóð parkeraður.

Eisini kom ein fráboðan úr Norðragøtu um, at ein aliflaki var við at slíta. Úr Havn komu tvær fráboðanir. Talan var um eina sinkplátu, sum endaði í einum túni, har hon sló móti einum bili, og um ein garð, sum var um at fara í vindinum.

Klokkan hálvgum sjey í morgun fekk løgreglan eisini boð um, at grót var riðið oman á vegin til Tjørnuvíkar.

Sum skilst, elvdi tað ikki til nakran skaða, men grótið var til ampa fyri ferðsluna, og er tað nú tikið burtur, verður sagt av politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder