Seks fyrilestrar um autismu

Autismufelagið skipar fyri fyrilestrarrøð við donskum serfrøðingum hesa vikuna

2023-05-08 16:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesa vikuna skipar Autismufelagið fyri einari fyrilestrarøð við tveimum donskum kvinnum, ið kunnu geva føroyingum møguleika fyri at læra meira um hvat autisma er fyri nakað.

Fyrilestrarhaldararnir eru Louise Egelund Jensen, sum sjálv hevur autismu, og Pia Lindberg Fenger, námsfrøðiligum ráðgevi við serkunnleika innan autismu og hjádiagnosur.

Tær fara at hava tríggjar fyrilestrar hvør. Í kvøld í Løkshøll, mikukvøldið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og hóskvøldið í Norðurlandahúsinum í Havn. Øll kvøldini klokkan 19.

Evnini eru ymisk hvørt kvøldið.

Í Løkshøll tosar Louise Egelund Jensen um  “Det jeg kan (og hvordan jeg lærte det)” meðan Pia Lindberg Fenger tosar um “Eksekutive funktioner, hvordan hjælper vi med den rette støtte og struktur”.

Í Mentanarhúsinum eru heitini “Autisme og følelser” og “Autisme og empati” og í Norðurlandahúsinum tosa tær báðar um ávikavist “Stress, set indefra” og ”Autisme og stress”.

Meira kunning um tiltøkini og kostnað á heimasíðuni hjá Autismufelagnum   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder